Føroyingarnir kenna seg snýttar fyri brotsspark

Maltesiski dómarin var ikki samdur við føroysku spælarunum í, at danski verjuspælarin á málstrikuni vardi við arminum

Teir eru farnir at hvíla seg á Brøndby stadion, har Danmark og Føroyar spæla landsdyst í fótbólti. Støðan er 1-0 til Danmark.

 

Málið varð skorað longu í 8. minutti, og tað var stórur brølari í føroyska verjuspælinum, sum var orsøk til málið, sum danski liðformaðurin Pierre Emil Højbjerg skoraði.

 

Føroyingarnir høvdu avrátt, at teir skuldu royna at spæla bóltin afturi frá málverjanum og úr brotsteiginum. Í hesum førinum riggaði tað ikki. Danir fangaðu bóltin, tá ið ein av føroysku spælarunum var óneyvur, og so var danski liðformaðurin púra leysur mitt fyri málinum, tá ið hann úr 8 metrum smekkaði bóltin upp í nettakið.

 

Tá ið ein hálvur tími var farin, hevði føroyska liðið gylta løtu. Føroyar tiltuskaðu sær fleiri hornaspørk, og í tí eina førinum vildu føroysku spælararnir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki. Maltesiski dómarin samráddust við VAR dómaran, og so segði hann, at talan var um hornaspark til Føroya.

 

Donsku viðmerkjararnir í TV2 útvarpsstovuni halda lítið um danska avrikið og rósa føroyingunum fyri fleiri ferðir at duga at spæla seg úr pressinum. Funnist verður at danska liðnum, at leikferðin er ov lítil, og at føroyingar higargtil fleiri ferðir hava megnað at spæla seg framvið donsku spælarunum.

 

Føroyski venjarin Håkan Ericson segði í dag, at hann í seinna hálvleiki fer at skifta fleiri spælarar út, uttan mun til hvussu støðan verður í seinna hálvleiki.

 

##med2##

 

Danmark – Føroyar (1-0)

 

Vinardystur

 

Á Brøndby stadion týsdagin 26. mars 2024 kl. 20.15

 

Dómarakvartett av Malta: Philip Farrugia, Duncan, Sultana, Jurgen Spiteri og Trustin Farrugia Cann (4. dómari)

 

Danmark:  Frederik Rønnow – Elias Jelert, Victor Nelsson, Jannik Vestergaard, Victor Kristiansen – Pierre-Emile Højbjerg, Morten Hjulmand, Mathias Jensen – Anders Dreyer, Kasper Dolberg, Mikkel Damsgaard

 

Føroyar: Mathias H. Lamhauge – Hanus Sørensen, Hørður H. Askham, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Adrian Justinussen, Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Magnus Egilsson, Andrass Johansen, Mads Bo Mikkelsen, Arnbørn Svensson, Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen