Ísrael hevur sent eitt uppskot til vápnaða islamska bólkin Hamas um at seta í verk vápnahvíld í Gazageiranum, har fleir enn 34.000 fólk eru deyð í krígnum millum partarnar.
Tað upplýsir varastjórin hjá rørsluni í Gazageiranum, Khalil al-Hayya, sambært tíðindastovuni Reuters í nátt í almennum boðum.
Rørslan, hvørs efstu leiðarar halda til í Qatar, greiðir ikki nærri frá, hvørjar treytirnar hjá Ísrael eru fyri vápnahvíld.
Ísrael hevur áður sagt, at ein treyt fyri vápnahvíld er, at allir gíslarnir, sum Hamas tók í sambandi við álopið 7. oktober, skulu latast leysir.
Hamas sigur í boðunum, at tey nú hyggja upp á uppskotið, áðrenn tey svara Ísrael.
Sambært tíðindastovuni AFP verður hildið, at 129 gíslar enn eru í Gazageiranum. Talið fevnir eisini um teir 34, sum hildið verður eru deyðir í varðhaldi hjá Hamas.
Gíslarnir vórðu førdir til Gazageiran sum liður í álopinum hjá Hamas á Ísrael, sum var tann 7. oktober.
Sambært ísraelskum tølum doyðu fleiri enn 1.100 fólk í álopinum.
Mótálopini í Gazageiranum hava sambært lokalu heilsumyndugleikunum, sum eru undir eftirliti av Hamas, kostað 34.356 mannalív í palestinsku økjunum.
Ísrael og Hamas hava fleiri ferðir roynt at fingið vápnahvíld.
Tað er millum annað gjørt fyri at gera tað lættari at fáa humanitera neyðhjálp til økið, sum í longri tíð hevur verið hótt av hungursneyð sambært altjóða neyðhjálparfelagsskapum.
Gazageirin er millum Miðalhavið, Egyptaland og Ísrael.
Gazageirin er á stødd við Streymoy, og har búgva umleið 2,3 milliónir fólk.
/ritzau/