Fór út av vegnum og bilurin er í knúsi

- Bilførarin, sum slapp úr bilinum við egnari hjálp, endaði á Landssjúkrahúsinum, har viðkomandi er innlagdur, sigur løgreglan.

 

Um 04.30 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um eitt heldur ógvusligt ferðsluóhapp á vegnum millum Kaldbak og Kaldbaksbotn.

 

- Bilurin, sum fór niðan av vegnum, er farin runt, og hann er í knúsi, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at við sær í ferðini tók bilurin eisini fleiri metrar av bilverju í niðara borði, og reiv hegn við sær í ovara borði.

 

- Bilførarin, sum var einsamallur, hevði sjálvur sloppið sær úr bilinum, og varð eftir óhappið fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Vaktleiðarin segði seg ikki duga at siga, hvussu bilførarin hevur tað, men sum skilst, er viðkomandi innlagdur.

 

Bilurin, sum eisini fór runt í ferðini, er í knúsi.

 

- Í løtuni kunnu vit ikki siga, um rúsdrekka var uppi í málinum, men blóðroynd er tikin, sum er vanligt í slíkum føri, sigur vaktleiðarin.