Foreldur at børnum við breki fáa ráðgeving heima

Almannaverkið er veitir eitt nýtt tilboð, soleiðis at foreldur ið hava børn við menningartarni, likamligum breki, ella báðum, kunnu fáa ráðgeving heima

Samrøðurnar verða skipaðar soleiðis at funnið verður fram til tørvin hjá familjuni.

 

Hugsanin er at tað eru foreldrini ið kenna barnið best, á henda hátt finna ráðgevi og foreldur í felag fram til hóskandi loysnir.

 

Talan er um eina námsfrøðiliga ráðgeving og amboð.

 

Dømi um amboð kunnu vera:

 

  • Relationsarbeiði, tí sambandið í familjuni hevur stóran týdning
  • Rógevandi námsfrøð, har arbeitt verður við at minka um strongd
  • Kensluregulering
  • Skipa námsfrøði, har arbeitt verður við samanhangsfatan
  • Sosialar søgur, við fokus á sosialari menning

 

Foreldur fáa heimaráðgeving við at venda sær til Almannaverkið.