Frákoyrdur franskur floksleiðari læsti seg inni á høvusskrivstovu

Franski floksleiðarin royndi at tryggja starvsfólkini, tá hann læsti dyrnar til høvuðsskrivstovuna hjá flokkinum

Tann frákoyrdi floksleiðarin í franska flokkinum, Republikanarunum, Eric Ciotti, læsti seg í dag inn á høvuðsstøðini hjá flokkinum í París.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar, eitt nú The Guardian.

Tað gjørdi hann, tí ein áheitan um at gera samstarv við høgraveingi førdi til hóttanir, sigur hann.

Tann útrætta hondin tilMarine Le Pen og høgraflokkin National Samling (RN), gjørdi at hann varð koyrdur frá.

Í fleiri áratíggju hevur tað verið breið semja millum siðbundnu flokkarnar at halda høgraveingin frá valdinum.

Samgongan hevur tí ført til harðar atfinningar innanhýsir í flokkinum hjá Ciotti.

Hann heldur tó fast um, at hann framvegis er floksleiðari, tí eksklutión sambært honum er ógyldug.

Fleiri leiðandi limir í Republikanska flokkinum høvdu í dag ætlanir um at halda fund á høvuðsstøðini við tí endamáli at koyra hann frá.

Vegna samgonguna við Le Pen hevði hann svikið virðini hjá sínum egna flokki, siga tey.

Á sosiala miðlinum X sigur hann samstundis, at hann varð noyddur at læsa dyrnar fyri at veita starvsfólkunum trygd.

– Tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin at halda nakran fund á høvuðsskrivstovuni, segði hann.

/ritzau/