Fýra mentanarvirðislønir frá Tórshavnar býráð

M. A. Jacobsens heiðurslønir og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar Býráðs latnar í kvøld

Myndir: Ólavur Frederiksen

Sum vit skrivaðu fyrri í kvøld vóru fýra mentanarvirðislønir lætnar í Müllers Pakkhúsi í Havn.

 

Tey heiðarðu vóru hesi:

 

Jógvan í Lon Jacobsen virðisløn fyri yrkisbókmentir

 

Trond Trosterud virðisløn fyri mentanaravrik

 

Annika Øyrabø, barnamentanarheiðursløn

 

Dánial Hoydal, barnamentanarheiðursløn

 

Nógv fólk var komið saman í Müllers Pakkhúsi í kvøld, tá virðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs vórðu latnar. Á hvørjum ári er stórur spenningur um, hvør man fara at fáa heiðurslønirnar.

 

Tórshavn.fo skrivar, at tiltakið byrjaði við at verturin, Jákup Simonsen, bjóðaði vælkomin. Síðani handaði hann orðið til formannin í Mentamálanevndini, Annfinn Brekkstein, sum hugleiddi um stóra týdningin tey skapandi fólkini høvdu fyri samfelagið: "Í dag fara vit so at heiðra nøkur av teimum mongu, sum hava ríkað okkum við dygdargóðari mentan og list, og sum hava lagt aftrat og hava skapað nakað nýtt – og fangað okkara forvitni og hug."

 

Eftir hetta framførdi kórið Silvitni tveir vakrar sangir. Fyrri sangurin var “Maimynd” eftir Christian Matras við lagið hjá Knút Olsen, hin seinni, “Mae-e” var eftir japanska tónaskaldið Kentaro Sato.

 

##med2##

 

Tað var Heðin Mortensen, Borgarstjóri, sum handaði M.A. Jacobsens virðislønirnar. Tann fyrra, virðislønin fyri yrkisbókmentir, fekk Jógvan í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið “Føroysk purisma”.

 

Úr grundgevingini frá virðislønarnevndini las Silja Aldudóttir:

 

“Bókin hjá Jógvani í Lon Jacobsen varpar nýtt ljós á á føroyska málsøgu við purismuni sum sáld. Við støði í stórari samanberandi kanning setir høvundurin føroyska purismu í norðurlendskt høpi og gevur soleiðis lesaranum eina djúpari fatan av puristiskum hugburði í samtíðini. Hetta er eitt viðkvæmt evni – er tað føroyskt ella bara orð í føroyskum? Høvundurin lyftir seg upp um ósemjurnar og vísir á, at málvariatión skapar rúmari ræsur í málinum. Jógvan í Lon lýsir føroyska purismu við vísindaligum neyvleika og miðlar hana á ein hátt, sum er viðkomandi bæði fyri frøðingin og tann vanliga føroyingin við áhuga fyri málinum.”

 

##med3##

 

Seinna M.A. Jacobsens-virðislønin sum borgarstjórin handaði, varð fyri mentanaravrik 2021, og varð hon latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø.

 

Malan Marnersdóttir bar vegna virðislønarnevndina fram grundgevingina:

 

“Sjálvboðin og uttan kostnað hevur hann gjørt ein nýggjan føroyskan rættstavara í samstarvi við Føroyamálsdeildina. Hann hevur gjørt aðrar rættstavarar og tykist hava serligan alsk til fáment mál. Umframt rættstavaran hevur hann ment ein elektroniskan tekstabanka við uml. 10 milliónum føroyskum orðum, har tað ber til at leita og kanna, hvussu orð verða brúkt í føroyskum. Rættstavarin og tekstabankin liggja á netinum ókeypis at brúka. Arbeiðið hjá Trond Trosterud byggir á humanistiska idealismu, málfrøðiligt innlit og ein brennandi áhuga fyri máli.”

 

##med4##

 

Síðani varð farið til Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs. Ta fyrru fekk myndlistakvinnan Annika Øyrabø, fyri myndprýðing av bókini "Abbi og eg og Abbi", sum Dánial Hoydal hevur skrivað tekstin til.

 

Formaðurin í Mentamálanevndini, Annfinn Brekkstein, las grundgevingina:

 

“Annika Øyrabø dugir sjáldsama kynstrið at siga søguna einans við myndum. Við skuggum og dýpd skapa klippmyndir hennara eitt trídimensionalt rúm, har lesarin fær kensluna av at verða drigin inn í søguna um drongin og abban, sum fær demens. Bókin er prýdd við hópin av smálutum og smásøgum, eisini symbolskum vísdómslutum sum leykinum og súreplinum, sum til ber at práta við børnini um. Við broytingum í ljósi og litum, andlitsbrøgdum og eygnabráum lýsir Annika Øyrabø á meistarligan hátt sjúkutilgongdina eins og skiftandi huglagið í søgugongdini, líka frá sorgloysi til ørkymlan, ótta og vón.”

 

##med5##

 

Ta seinnu Barnamentanarheiðurslønina frá Tórshavnar Býráð fekk Dánial Hoydal, fyri barnabókina “Abbi og eg og Abbi”.

 

Rigmor Dam las grundgevingina: “Rithøvundin Dánial Hoydal fær Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs fyri søguna Abbi og eg og abbi, sum Annika Øyrabø hevur myndprýtt. Í bókini um drongin og abban, sum fær demens, lýsir Dánial Hoydal á ein varligan og virðiligan hátt eitt viðbrekið og viðkomandi evni í barnahædd. Við lætta og fynduga penni sínum gevur høvundin børnum og vaksnum høvi at práta um fólkasjúkuna demens, sum rakar so mangar familjur. Dánial Hoydal dugir framúr væl at siga tað álvarsliga við einum dismi av skemti og stuttligum orðaspølum, so vónin fær loyvi at liva. Tá er lættari at skilja og práta um tað, sum nívir.”

 

##med6##

 

Eftir at heiðurslønirnar vórðu latnar, og listafólkini høvdu takka fyri heiðurin, endaði hendan hugnaliga løtan í Múllers Pakkhúsi, við tveimum vøkrum sangum. Sanna Bæk Hoydal sang “Verschwiegene liebe” eftir Hugo Wolf, og “Dreymahav” eftir Gunnar og Anniku Hoydal. Jákup Tórgarð hevði klaver-fylgispælið.

 

 

 

Myndir: Ólavur Frederiksen