Fyrsta tapið ímóti Lettlandi er veruleiki

Í sættu royndini eydnaðist tað Lettlandi í kvøld at vinna fótbóltslandsdyst ímóti Føroyum

Bárður á Reynatrøð vardi aftur í kvøld føroyska málið

Í kvøld hittust Lettland og Føroyar fyri sættu ferð í fótbóltslandsdysti. Undanfarnu fimm ferðirnar er tað fýra ferðir endað javnt, og Føroyar vunnu í 2016 EM undankappingardyst á útivølli í Riga.

 

Úrslitið í kvøld var, at tað loksins eydnaðist Lettlandi at vinna ímóti Føroyum. Úrslitið var 1-0. Málið varð skorað stutt eftir steðgin. Úrslitið ber við sær, at Føroyar endaðu á fjórða og aftasta plássi í Baltic Cup.

 

Føroyski hópurin í Baltic Cup er eyðkendur av, at nógvir nýggir hava fingið møguleikan, tí fleiri av teimum, sum síðstu árini hava verið fastir menn, ikki vóru við hesaferð. Fleiri eru skaddir, og aðrir góvu avboð, tí teir ikki hildu seg vera nóg væl fyri.

 

Nú ferðalagið fyrireikar seg at ferðast til hús aftur við tveimum tapum í viðførinum, so man niðurstøðan vera, at tað í teimum báðum dystunum í Baltic Cup hava tað ikki verið avrik, sum bera við sær, at fleiri nýggir spælarar fara at vera millum teir fyrstvaldu, tá ið Nations League eftir summarsteðgin verður á skrá.

 

Sammett við dystin ímóti Estlandi leygardagin var føroyska liðið nógv broytt. Nýggir á liðnum vóru Jann J. Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson, Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen og Klæmint A. Olsen.

 

Talan var ongantíð um serliga sannførandi leikligt avrik. Undan steðginum vóru møguleikarnir fáir og smáir. Eftir steðgin legði heimaliðið bragdliga fyri, og fimm minuttir eftir steðgin var tað Ciganiks, sum skoraði. Hann var ein av fýra, ið vórðu skiftir inn á heimaliðið beinanvegin eftir hvíldina.

 

Tólv minuttir eftir steðgin vórðu Petur Knudsen, Meinhard E. Olsen og Jóan Símun Edmundsson skiftir inn á føroyska liðið. Tað bar við sær, at Føroyar fingu eitt sindur frægari tak á spælinum, enn talan hevði verið um fyrstu løtuna eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á.

 

Meinhard E. Olsen og Daniel Johansen høvdu góðar royndir, sum málverjin bjargaði, og í einum føri blokeraði verjan.

 

Í hinum endanum bjargaði Bárður á Reynatrøð tvær ferðir meistarliga væl.

 

 

 

Lettland – Føroyar 1-0 (0-0)

 

1-0: Ciganiks 50.

 

Baltic Cup

 

Dystur um 3. plássið

 

Týsdagin 11. juni kl. 19.00 á Daugava Liepäja í Liepäja

 

Dómaratrio úr Estlandi: Kristo Tohver, Neeme Neemlaid og Aron Härsing

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson (Patrik Johannesen, 82.), Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen – Pætur J. Petersen (Meinhard E. Olsen, 57.), Hanus Sørensen (Daniel Johansen, 66.), Stefan Radosavlevic (Noah Mnenéy, 66.), Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 57.) – Klæmint A. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 57.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Silas Eyðsteinsson, Jóannes K. Danielsen, Ragnar Samuelsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Samuel Johansen Chukwudi 

 

Gult kort: René Shaki Joensen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Bárður á Reynatrøð vardi aftur í kvøld føroyska málið