Góður áhugi fyri at lesa í Føroyum

33 ynskja at lesa um búskap og marknaðarførslu á Hægri Námi á Glasi og enn eru nøkur pláss tøk.

 

 

Tíðindaskriv, Glasir

 

Tá freistin var úti leygarkvøldið á miðnátt, høvdu 33 søkt inn á Hægri Nám á Glasi. 17 teirra ynskja at byrja uppá Marknaðarførslubúskap, meðan 16 ynskja at taka yvirbygningin, sum nevnist Altjóða Handil og Marknaðarførsla. Umsøkjararnir hava longu fingið boð. Tey flestu eru sloppin inn, meðan nøkur hava fingið játtan um upptøku, treytað av, at tey standa útbúgvingina, sum tey eru í gongd við frammanundan, í summar.

Glasir fegnast um, at so nógv hava søkt inn á hesar útbúgvingar. Hetta vísir góðan áhuga fyri at lesa víðari í Føroyum. Enn eru nøkur pláss tøk á útbúgvingunum. Glasir tekur í mesta lagi 24 lesandi inn í hvønn flokk. Glasir hevur tí valt at lata upptøkusíðuna vera opna í summar, men tað eru tey fyrstu egnaðu sum søkja, sum fáa tøku plássini.

Les meira á glasir.fo/mbu 

Glasir hevur eisini parttíðar útbúgvingarnar HD, Diplomútbúgving í leiðslu og Akademiútbúgving. Har er freistin at søkja 15. august. 

Fyrsti undirvísingardagur hjá Marknaðarførslubúskapi og Altjóða Handli og Marknaðarførslu er 26. august 2024. HD, DLÚ og AÚ byrja vikuna eftir.