Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava fyri langari tíð síðani vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Samstundis hevur liðið stórar uppgávur í EHF European League, har tvær áttandapartsfinalur móti Hannover-Burgdurf bíða. Og tað merkist í teimum seinastu dystunum í grundspælinum, ið ikki kunnu koppa fremsta plássinum hjá Sävehof.
Í dag tapti Sävehof 28-34 fyri Kristianstad á heimavølli í Partille. Talan er um sama liðið, ið vann 3-2 í teimum fimm finalunum um svenska meistaraheitið farna kappingarár.
Kristianstad var bert á odda 16-15 í steðginum, men bygdi upp á leiðsluna í seinna hálvleiki.
Óli skoraði trý mál og legði upp til eitt mál.
Sävehof hevur 39 stig á fremsta plássinum. Kristianstad er nummar fýra við 31 stigum.
Liðini hava bert ein dyst eftir at leika í grundspælinum. Í komandi fjórðingsfinalunum skal Sävehof spæla móti liðnum, ið endar sum nummar átta í grundspælinum.
Sävehof spælir fyrru áttandapartsfinaluna í EHF European League móti Hannover-Burgdorf á útivølli komandi týskvøld klokkan 19.45.