Hálvt liðið er skift út

Millum teir fimm nýggju á liðnum er Samuel Johansen Chukwudi, sum ikki hevur verið á landsliðnum í meiri enn næstan hálvtannað ár

Fyrsta bríksl í Estlandi verður klokkan 17. Sammett við føroyska liðið, sum tapti 2-0 ímóti Danmark eru fimm broytingar á liðnum, sum Håkan Ericson í dag sendir á vøllin í Tallinn.

 

Nýggir á liðnum eru málverjin Bárður á Reynatrøð, miðverjin Samuel Johansen Chukwudi, miðvallarin Hanus Sørensen og framrættaði Meinhard E. Olsen.

 

Føroyska liðið er soleiðis mannað: Bárður á Reynatrøð – Jóannes K. Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Petur Knudsen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljovic, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson.

 

Merkisvert er tað, at 20 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi er aftur á landsliðnum. Hann hevur úr spælt tveir landsdystir. Talan var um vinardystir í november 2022 ímóti Kosovo (1-1) og Kekkia (0-5). Síðani hevur Samuel verið øgiliga nógv skaðadarvaður. Nú er hann av álvara komin fyri seg aftur, og hann er ein av lyklaspælaranum á HB liðnum, sum av álvara er við í FM stríðnum.

 

Á bonkinum eru Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Adrian Justinussen, Ragnar Samuelsen, Pætur Petersen, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

 

Landsdysturin millum Estland og Føroyar, sum eisini er partur av Baltic Cup 2024, verður spældur á A. Le Coq Arena í Tallinn. Fyrsta bríksl verður klokkan 17:00, sum er klokkan 19:00 lokala tíð í Estlandi. Dysturin kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, sum fer at senda kl. 16:50.