Hanna Olsen hevur vitjað støð sum Reyði Krossur Føroyar stuðlar

Fyri at varpa ljós á arbeiðið, sum Reyði Krossur ger, bleiv ein, sum ger sjálvboðið arbeiði fyri Reyða Kross Føroyar, boðin at síggja arbeiðið, sum Reyði Krossur Føroyar stuðlar úti í heimi. Øll sjálvboðin kundu søkja, og Hanna Olsen úr Oyndarfirði varð so heppin at sleppa síggja arbeiðið, sum verður gjørt í Bangladesh

Mynd: Álvur Haraldsen

Reyði Krossur Føroyar lýsti við møguleikanum, og tey sjálvbodnu hjá Reyða Krossi kundu søkja. Tey sjálvbodnu skuldu greiða frá sínum sjálvbodna arbeiði, og hvussu túrurin skal miðlast, tí eitt av endamálunum er at kunna fólk um arbeiðið, sum Reyði Krossur ger.

 

Nógv sjálvboðin søktu um at sleppa avstað, og Hanna Olsen bleiv vald út. Hon er ein av trimum samskiparum í vitjanartænastuni í Runavík. Uppgávan hjá henni er at seta vitjanarvinir saman við teimum sum ynskja vitjan.

 

Stúra fyri veðurlagsbroytingunum

 

- Ein bólkur verður settur saman við sjálvbodnum í danska Reyða Krossi sum sleppur avstað, og man følir seg øgiliga hepnan at sleppa við. Í Føroyum vóru tað fleiri sum søktu.

 

Hanna Olsen var í Bangladesh í seks dagar, og skráin var rúgvismikil. Hon vitjaði tvey støð. Fyrsta staðið var ein lítil bygd, sum kallast Dhara. Bygdin er meint rakt av veðurlagsbroytingum.

 

- Tey merkja væl veðurlagsbroytingarnar. Fyrr vistu tey, nær regnið kom, tí tað var ávísar mánaðir, men nú hevur tað verið turt, tá tað átti at regna. Og tá tað hevur verið regn, hevur tað verið áarføri. Tey plagdu at heysta tvær ferðir; nú kunnu tey bara heysta einaferð.

 

Bygdarfólkini stúra nógv fyri veðurlagsbroytingunum, og tey royna at finna loysnir. Tey velta í høvuðsheitum rís og hoyggj til djórini.

 

Stjórnin í Bangladesh hevur heitt á tey, sum velta matvørur, um at fáa allan vøksturin inn, meðan tíð er. Tí annars kann tað fara fyri einki av vatnflóðum.

 

Í 2022 var størsta vatnflóð, sum hevur verið í áratíggjur. Øll grøðin fór fyri skeyti, og tey mistu hús og djór.

 

 Reyði Krossur Føroyar læt tá 300.000 krónur til hjálpararbeiðið í bygdini.

 

Skúlin í bygdini stendur á fimm metra høgum súlum fyri, at vatnið skal kunna renna ígjøgnum. Tað er eisini í skúlanum, at bygdarfólk leitar sær skjól, um tað gerst vatnflóð.

 

Hanna Olsen og hini sjálvbodnu vóru á vitjan í einum húsum í bygdini.

 

- Tey ásanna blankt, at tey eru fátæk. Tey búgva ógvuliga sparsommiliga. Hetta vóru blikkhús við moldgólvum, men kvinnan, vit vitjaðu, vildi kortini vísa heimið, tí við at lata upp, kunnu tey vísa, hvussu støðan hjá teimum er og fáa hjálp. Tey taka fegin ímóti hjálp, tí tað hava tey brúk fyri.

 

Hjálpararbeiðið bleiv gjørt í samstarvi við Reyða Hálvmána í Bangladesh. Felagsskapurin í Bangladesh hevur nógv lokal sjálvboðin. Hanna Olsen og hini í ferðalagnum gjørdust heilt bergtikin av teimum. Tey sjálvbodnu hjá Reyða Hálvmána virka í øllum landinum, og í Bangladesh hevur tað tign at gera sjálvboðið arbeiði.

 

- Teirra lívsneisti og vilji at hjálpa smittar. Fyri tey ungu í Bangladesh er tað náttúrligt at hjálpa til. Eg hitti eina gentu í einum skúla, sum fortaldi, at hon - tá hon bleiv vaksin - ynskti at gerast sjálvboðin. Tað havi eg ongantíð hoyrt nakað barn siga í Føroyum, men í Bangladesh síggja tey veruliga, hvønn mun tað ger.

 

Tey sjálvbodnu í Reyða Hálvmána hjálpa við ymiskum praktiskum, um eldur kemur í, tey eru vand í fyrstuhjálp, geva teimum heimleysu mat, deila vatn út, tá hitabylgja er, og um veturin deila tey teppir út. 

 

Vónleys støða í heimsins størstu flóttafólkalegu

 

Hanna Olsen vitjaði eisini heimsins størstu flóttafólkalegu. Áðrenn tey fóru, vóru tey fyrireikað upp á, at støðan var álvarsom.

 

Flóttafólkalegan, Kutupalong, liggur í býnum Cox Bazar. Legan kom, tá Rohingya-fólkini noyddust at flýggja úr Myanmar, sum liggur uppat Bangladesh. Tá flóttafólkini komu til Bangladesh, var neyðugt at beina ein skóg burtur, har flóttafólkalegan skuldi gerast. Flóttafólkini komu í bylgjum, og nú búgva ein millión fólk í leguni.

 

Lívið í flóttafólkaleguni er merkt av djúpum vónloysi og ótryggleika.

 

Í leguni er neyðugt við støðum, har flóttafólkini kunnu kenna seg trygg, tí lívið í flóttafólkaleguni er vandamikið.

 

- Vit høvdu fyrireikað nakrar spurningar heimanífrá at spyrja flóttafólkini. Vit vildu vita, hvat fyllir hjá teimum, og hvussu tey hava tað. Tey svaraðu beinanvegin, at ótryggleiki fyllir.

 

Flóttafólkini kenna seg grundleggjandi ótrygg. Vápnaðir bandar hava samlað seg, og børn og vaksin verða rænd og dripin. Tí er skipað fyri tryggum økjum, har flóttafólkini kunnu vera um dagin. Um náttina eru tey inni í húsunum hjá sær. Í teimum tryggu økjunum eru sjálvboðin frá Reyða Hálvmána og ansa eftir, at flóttafólkini eru trygg. Føroyar hava stuðlað hesum tryggu økjunum við 500.000 krónum, og peningurin hevur tryggjað virksemið í eitt ár.

 

Tey sjálvbodnu hjá Reyða Krossi fingu at vita frammanundan, at tey skuldu ikki fortelja nakað sum kundi skræða sálarligu sárini hjá flóttafólkunum upp aftur, men flóttafólkini fortaldu fegin av sínum eintingum, tí fyri at fáa hjálp, mugu fólk vita, hvat fer fram.

 

- Ein kvinna fortaldi, at hon hevði eina dóttir sum skuldi giftast. Tey ynsktu at halda brúdleyp, og mamman var farin runt í grannalagnum at samla inn. Hetta frættist og sonurin, sum hevði pengarnar um hendi, var blivin rændur. Bandarnir komu eftir honum við knívi, og tey mistu allar pengarnar til brúdleypið. Ein onnur fortaldi, at hon svav illa, tí ein 12 ára gamal drongur, sum hon kendi, var blivin skorin á háls. Kenslurnar hjá teimum eru uttaná. Tey eru veruliga bangin. Flóttafólkini hava upplivað nakað traumatiskt, tá tey flýggjaðu heimanífrá, og nú blíva tey aftur traumatiserað.

 

Flóttafólkini fáa ein virðisseðil á 10 dollarar um mánaðin. Fyri hesar virðisseðlar kunnu tey keypa mat, men tey klára illa at liva fyri hesa upphædd. Tey hava áður fingið 12 dollarar. Einaferð fór tað niður á 8 dollarar, men tað var ov lítið at lívbjarga sær fyri.

 

Reyði Krossur er ein stór familja

 

Tá Hanna Olsen og hini úr danska Reyða Krossi komu til Bangladesh, fingu tey eina hjartaliga móttøku frá teimum sjálvbodnu í Reyða Hálvmána.

 

- Vit blivu móttikin sum brøður og systrar. Tú kendi veruliga, at vit vóru ein familja.

 

Reyði Krossur og aðrir neyðhjálparfelagsskapir vera ofta lagdir undir at brúka allar pengarnar upp á fyrisiting. Hanna Olsen heldur ikki, at fólk skulu vera bangin fyri, at pengarnir, tey lata, ikki fara til neyðstødd, tí tað hevur hon sæð við egnum eygum. Men skal arbeiðið vera væl skipað, er neyðugt við fyrisiting, og opinleiki er um hetta.

 

-  Vit mugu minnast til, at tað er neyðug at hava fyrisiting, tí annars ber einki til.

 

Neyðugt er at fyrisita pengarnar og stýra verkætlanum. Reyði Krossur hevur dugnalig fólk sum tosa við tey lokalu fyri at finna út av, hvat brúk er fyri. Eitt nú, hvat hvørji lond skulu gera, tí lond hava ymiskar styrkir. Í Føroyum eru vit von við at arbeiða við tí sosiala, so tí veitir Føroyar sosiala hjálp, eisini úti í heimi.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen

Flóttafólkalegan Kutupalong í Cox's Bazar.

Skúlin í bygdini Dhara