Harðskapsmál endar møguliga í rættinum

- Vit meta, at harðskapurin er so mikið álvarsligur, at persónurin, sum er handtikin, skal grundlógaravhoyrast, sigur løgreglan.

 

Um 19.30-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um eitt harðskapsmál í Havn, har ein persónur, sum varð sligin og skumpaður, endaði á Landssjúkrahúsinum.

 

- Persónurin, sum framdi harðskapin, situr her hjá okkum, og vit meta, at harðskapurin er so mikið álvarsligur, at hann skal grundlógaravhoyrast.

 

Í morgun visti vaktleiðarin ikki at siga, hvussu persónurin, sum endaði á Landssjúkrahúsinum, hevur tað - ei heldur, hvussu umfatandi møguligir skaðar eru.

 

- Vit eru ikki liðug við málið enn og persónurin, sum var fyri harðskapi, verður eisini avhoyrdur, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Í nátt varð ein persónur í Klaksvík eisini skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. Løgreglan tók persónin við sær á støðina, men hann er nú sloppin út aftur við einari bót í reyvalummanum.