Harry Potter bók seld fyri 400.000 krónur

Talan er um bókina »Harry Potter and the Philosopher's Stone«, sum bara varð prentað í 500 eintøkum

Ein sjáldsom fyrstaútgáva av Harry Potter bókin »Harry Potter and the Philosopher's Stone« er seld á eini uppboðssølu í Skotlandi fyri 45.201 pund – svarandi til slakar 400.000 krónur.

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Í fyrstu syftu varð bókin í 1997 bara prentað í 500 eintøkum, tí óvissar var um, hvør bókin fór at verða vælumtókt.