Í dag, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í samband við, at fýra viðarlundir hava ársdag.
120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantaguni.
90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum.
50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.
Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum fýra viðarlundunum skipar Tórshavnar kommuna fyri hátíðarhaldið 9. mai - Kristi himmalsferðardag.
Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsið.
##med2##
Skrá:
Kl. 14:00
Hátíðarhald í viðarlundini í Grið
- Harmonikufelagið spælir tónleik
- Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu
- Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu
Felagssangur
Bjóðað verður kaffi, te og sunkist