Havnin spílar seg út

Kappróður 8-mannafør: Aftur í dag var Tórsbáturin fremstur, og Ørvur var á triðja plássi

Tað er saknur í Havnarbátinum, sum ikki er við í kappingini millum 10-mannaførini. Havnarbáturin er annars tað 10-mannafarið, sum hevur vunnið flestar sigrar, men síðstu árini hevur tað verið lítið at sæð til flaggskipið hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Men nú sær tað út til, at tað er lagt upp til, at Havnin aftur fer at eiga pláss í kappingini millum 10-mannaførini. Havnar Róðrarfelag eigur tvey 8-mannafør, sum standa seg væl, og soleiðis var tað aftur í dag.

 

Nýggi Tórsbáturin vann enn einaferð sannførandi sigur, og Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag endaði á triðja plássi. Gøtu Tróndur hevði hug at bjóða Tórsbáti av. Teir í Eysturkommunu treiskaðust eina løtu, áðrenn tað varð greitt, at Tórsbáturin fór at vinna triðja sigurin á rað. Men avrikið hjá Gøtu Tróndi og hugburðurin umborð á bláa bátinum er soleiðis, at teir í Eysturkommunu ikki eiga at verða avskrivaðir.

 

At Tórsbátur vann gull fyri triðju ferð, og at Ørvur vann bronsu eigur at vera orsøk til, at Havnarbáturin í 2025 fer at vera við, og at Havnarbáturin fer at bjóða seg fram í kappingini um at vinna.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Kvf.fo skíggjamynd