HB fekk eitt trupult og spennandi lutakast

HB skal møta Hajduk Split, sum hevur EM-spælara í hópinum

Lutakast hevur verið til 2. undanumfar í European Conference League. HB er víðar til 2. undanumfar og skal møta kroatiska Hajduk Split, sum hevur kenda og roynda kroatiska landsliðsspælaran Ivan Perišić í hópinum. Eisini hevur felagið ein kendan venjara í Gennaro Gattuso.

 

KÍ, B36 og Víkingur fingu eisini at vita hvørjum tey koma í komandi umfari. Hjá KÍ eru tveir møguleikar. Um KÍ vinnur á FC Differdange úr Luksemborg, so møta klaksvíkingar svenska Malmö FF. Tapur KÍ, so møta klaksvíkingar taparunum av uppgerðini millum FC Ordabasy (Kasakstan) og FC Petrocub (Moldova).

 

Víkingur fekk eitt dreyma lutakast, men so væl spælir ikki í 2. undanumfari. Her bíðar belgiska Gent, sum gjarna skuldi verið stórur biti, um Víkingur vinnur seg víðari móti lettiska FK Liepaja.

 

Tá spældi eitt sindur betri av hjá B36, sum skal møta lettiska FK Auda í 1. undanumfarinum. Vinnur B36 møta teir Cliftonville úr Norðurírlandi.