HB hevur allar kanónirnar við í Vágum

Í kvøld eru fýra lokalir á liðnum hjá 07 Vestur

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági, har HB er gestur hjá 07 Vestur, og har tað eru ikki so fá HB viðhaldsfólk á veg vestur.

 

Hjá HB er nýggi spælarin Noah Mnenéy ikki á listanum, og hin nýggi spælarin Emmanuel Duah er skaddur.

 

Hjá Adolfo Sormani venjara ræður tað umframt at vinna fulla úrtøku í Sørvági eisini at hugsa um seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, sum mikukvøldið verður í Sarpugerði ímóti Víkingi, sum skal reisa seg eftir 1-0 tap í Gundadali í fyrru hálvfinaluni.

 

Í kvøld eru Heðin Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Dahl og Leivur Fossdal Guttesen millum teir, sum eru á HB beinkinum.

 

Hjá 07 Vestur eru tað í kvøld fýra lokalir spælarar millum teir fyrstu ellivu. Undanfarnu ferðirnar hava teir verið tveir. Sonni Ragnar Nattestad er tøkur aftur, meðan Eiler Fróðason er so mikið skaðadarvaður, at hann als ikki er á listanum.

 

Í sjeynda umfari vann HB 3-0 í Sørvági.