Heðin tolir ikki at útbyggingar verða gjørdar í Vágum

Nú verður kommunuval, og nú skal Heðin aftur veljast inn upp á eitt ørvitismál

 

Ongantíð í flogvallarsøgu Føroya hava so nógvar útbyggingar verið á flogvøllinum í Vágum. Parkeringsviðurskiftini verða betrað munandi, hangarur verður bygdur, betran av viðførisviðurskiftunum, víðkað komuhøll og ein ætlan um at breiðka og leingja flogbreytina. Afturat hesum verður flúgvi simulator bygdur og flogvallarhotellið útbygt.

 

Hetta eru útbyggingar fyri hundratals milliónir. Íleggingargrunnurin er partur av fíggingini, men annars verður hetta fíggjað aðrar vegir.

 

Hetta tolir Heðin Mortensen ikki. Hann vil hava alt skal liggja í Havnini. So øll skulu koyra til Havnar, um nakað alment ørindi er hjá borgaranum.

 

Nú brúkar hann útflutningsvinnuna sum jarnbrot. Sami sjónleikur hvørja ferð.

 

Pengakassin er fullur, so nú vil Heðin hava okkurt annað at brúka pening uppá. Eg vóni at havnaborgarar heldur ynskja betri kommunala vælferð í Havn enn stór kostnaðarmikil stórheitsprojektir.

 

Eldra- og barnagarðsøkið í Havnini hava fíggjartørv.

 

Ein kommunal útjavning var heldur vegurin fram, har man hjálptist at útbyggja samfelagið.

 

Vága floghavn er ein altjóða flogvøllur, sum kann laga seg til allan framtíðar tørv. Farleiðin til og frá flogvøllinum verður eisini smiðligari í framtíðini. 

 

Ikki gera fleiri skilaleys projektir í Føroyum. Nú er tíð at steðga.

 

VIT HAVA EIN GÓÐAN ALTJÓÐA FLOGVØLL, SUM ALLA TÍÐ SKAL DAGFØRAST! 

 

 

Jóhannis Joensen

 

Javnaðarflokkurin