EM24: Heili 11 langskotsmál skotin í 12 teimum fyrstu dystunum

Tað hevur ligið væl fyri við skotum uttanfyri brotsteigin undir EM-endaspælinum

Fyrsta umfarið í øllum seks innleiðandi EM-bólkunum í EM-endaspælinum í Týsklandi er leikt, og staðfestast kann, at tað hava verið óvanliga nógv langskotsmál. 

 

Sambært heimasíðuni, WhoScored eru heili 11 langskotsmál skotin í 12 teimum fyrstu dystunum.

 

Við langskotsmál meinast mál, ið er skotið uttanfyri brotsteigin. 

 

Tað er at vóna, at hildið verður fram í tveimum teimum komandi umførunum, og í teimum avgerandi dystunum, so vit fáa fleiri mál at fegnast um.

 

Til samanberingar vóru bara 18 langskotsmál skotin í 51 dystum undir EM-endaspælinum í 2021, sambært WhoScored.