Helt ikki víkiskyldu í Kollafjarðardali

Tríggir bilførarar vórðu máldir at koyra ov skjótt í Klaksvík í gjár. Allir fáa bøtur, og ein fær klipp í koyrikortið.

Seint seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðardali, og hetta var beint við Effo-støðina.

 

Her var tað, at bilførari, sum koyrdi út á landsvegin, men sum ikki helt treytaleysu víkiskylduna.

 

- Bilurin koyrdi út fyri ein annan bil. Her var eingin fólkaskaði og lítil materiellur skaði á bilarnar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Tá tú ikki heldur treytaleysu víkiskylduna, og óhapp stóðst av, at tú koyrdi út á vegin, verður hetta ein treytað frádøming av koyrikortinum.

 

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar í Klaksvík í gjár. Hetta var á einum vegastrekki, har tað bert er loyvt at koyra 60 kilometrar um tíman.

 

- Tríggir bilførarar vórðu máldir at koyra ov skjótt, har hin eini fær eitt klipp í koyrikortið. Allir tríggir fáa bøtur, segði vaktleiðarin í morgun.