HM: Føroyar eru á odda 18-14

Føroyar hava verið omaná móti einum hart spælandi norðurmakedonskum liði

Føroyar eru á odda 18-14 í steðginum í høllini á Hálsi í tí fyrra HM Play Off dystinum móti Norðurmakedonia.

 

Føroyar fingu eina rimmar byrjan og løgdu seg framum 7-2 áðrenn makedonar ressaðust. Norðurmakedonia minkaði til 7-9 áðrenn okkara menn vaknaðu aftur.

 

Samlað hava okkara menn verið omaná, bæði í álopsspælinum og í verjuspælinum.

 

Størsta vónbrotið í fyrra hálvleiki hevur verið, at makedonar spæla so hart, serliga illa hevur tað gingið útyvir Elias Ellefsen á Skipagøtu. Okkurt reytt kort átti eisini at verið givið til Norðurmakedonia. 

 

Føroysku málskjúttarnir: Elias Ellefsen á Skipagøtu 5/7, Vilhelm Poulsen 3/3, Óli Mittún 3/3, Hákun West av Teigum 3/4, Leivur Mortensen 2/2, Teis Horn Rasmussen 1/1, Kjartan Johansen 1/1.

 

Pauli Jacobsen hevur bjargað fýra av 18 málroyndum hjá Norðurmakedonia.