Í dag er Jørgen fremsti maður

Skála hevur ungan mann millum teir fyrstu ellivu

Tað er grannauppgerð á Skála nú klokkan 17. Í góðveðrinum undir Mýruhjalla hevur Skála vitjan av grannunum í Víkingi.

 

Tá ið Víkingur á summarmála hevði vitjan av Skála, endaði tað við 2-1 heimasigri. Tá vóru tað fyrrverandi skálaspælarin Poul Kallsberg og Géza Dávid Turi, sum løgdu Víking á odda 2-0 tíðliga í fyrra hálvleiki, áðrenn Kristian Martin Jakobsen sjey minuttir undan dystarenda minkaði um munin til 2-1, og so var tað heilt spennandi.

 

Hjá Víkingi er Jørgen Nielsen í dag fremsi maður. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Orsøkin er, at hann stutt eftir, at hann var fluttur til Víking breyt beinið og er komin fyri seg fyri ikki so langari tíð síðani.

 

At Jørgen Nielsen er fremsti maður ber við sær, at Finnur Justinussen í dag er á beinkinum. Har er hann eitt nú saman við Signari á Brúnni. Ari Olsen, sum áður hevur spælt við Skála, er í dag vongverji í høgru.

 

Hjá Skála er Teitur Poulsen leikbannaður, men annars sær tað út til, at allir teir, sum hava verið nógv á liðnum higartil í ár, eru á vøllinum. Merkisvert er tað, at 17 ára gamli Markus Isaksen er millum teir fyrstu ellivu í dag.