Í morgin verður Beinir í Go morgen DK

Tað gongur væl hjá Beinir Troest í løtuni. Hann hevur júst givið út nýtt staklag, Romeo, og hevur úr at gera við konsertum í Danmark

 

Í morginári verður hann so gestur hjá TV2 í sendingini Go morgen DK. Tað verður millum 8:30-08:50 føroyska tíð.

Rað er plátufelagið The Bank Records, sum gevur út nýggja lagið hjá Beini, Romeo.

Hann hevur verið á konsertferð í Danmark, har hann hevur møtt eini rúgvu av fólki, sum hava lurtað og vónandi fara at lurta eftir tónleiki hansara, skrivaði hann herfyri. 

Beinir er komin víða á konsertferðini – úr Keypmannahavn yvir í Miðjútland. Hann hevur m.a. vitjað eina deild á Ríkissjúkrahúsinum, eitt motorsúkklufelag og eina familju, sum mintust ein kæran, tey hava mist.

 

Trýst á myndina fyri at hoyra lagið Romeo:

 

##med2## 

Eins og hini løgini á útgávuni, er lagið Romeo spælt inn “live” fyri at skapa eitt serligt ljóð og huglag. Sangurin er framleiddur saman við kendum og royndum donskum framleiðarum. Romeo er ferðmikil við nógvari orku, har Beinir setir orð á ófullkomnan kærleika.

– Eg skrivaði Romeo, tá gentan, sum eg hevði gott eyga á, var um at koma í klørnar á einum øðrum dreingi. Eg minnist væl, at eg kendi meg ófullkomnan og sá hendan flotta og perfekta mannin fyri mær. Í ræðsluni fyri, at hon fór at velja hann fram um meg, skrivaði hendan kærleikssangin til hennara, hevur Beinir sagt.

Fyri at frætta meira frá Beini, so er at hyggja eftir Go morgen DK í morginári klokkan hálvgum níggju...