Ilkay Gündogan væntar ein "ljótan" dyst móti Skotlandi

Í annaðkvøld klokkan 20 spælir Týskland setanardyst móti Skotlandi í München

Mynd: Scanpix

Í annaðkvøld klokkan 20 byrjar setanardysturin í EM-endaspælinum í Týsklandi, tá vertstjóðin tekur móti Skotlandi á Allianz leikvøllinum í München.

 

Týskland er risastórur favorittur at vinna dystin, men fyrrverandi Manchester City og núverandi FC Barcelona miðvallarin, Ilkay Gündogan var úti í týskum miðlum fyrr í dag, og hann slær fast, at talan verður ikki um nakran lættan dyst hjá týsku vertunum. Ilkay Gündogan segði enntá at væntast kundi ein "ljótur" dystur. 

 

- Eg vænti ein ljótan dyst. Eg kenni nógvar av skotsku leikarunum frá Premier League, og skotar hava ein royndan hóp. Tað er týdningarmikið, at vit ikki undirmeta skotar. Eg havi virðing fyuri teimum, men spæla vit upp til okkara besta, so trúgvi eg, at vit hava ein góðan møguleika at vinna dystin í annaðkvøld. Sigur Ilkay Gündogan í samrøðu við Sport Bild. 

 

Liverpool leikarin hjá Skotlandi, Andy Robertson sigur við BBC, at ætlanin hjá teimum er at frustrera týsku leikararnar. 

 

Skotland hevur enn ikki í søguni megnað at vunnið seg víðari úr einum innleiðandi bólkaspæli í einum endaspæli, men Andy Robertson slær fast í samrøðu við BBC, at hann og liðfelagarnir ætla sær at skriva søgu hesaferð. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix