Yulia Morozova/Reuters/Ritzau Scanpix

Isamskur Statur sigur seg hava ábyrgd av álopi í Moskva

Yvir 40 fólk eru deyð í álopi á konsertsal. Islamskur Statur sigur, at bólkurin hevur ábyrgdina

Yulia Morozova/Reuters/Ritzau Scanpix

Islamiskur Statur sigur seg hava ábyrgdina av álopinum á ein konsertsal nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva. 

Tað sigur bólkurin á kanal síni á Telegram sambært tíðindastovuni Reuters.

Russiskir myndugleikar hava enn ikki peikað, hvør Russland heldur hevur ábyrgdina av álopinum.

Minst 40 fólk eru deyð, og yvir 100 eru særd. Tað upplýsir russiska trygdartænastan FSB sabært almennum russiskum tíðindastovum.

Talan er um fyribils tøl eftir hendingina, har fleiri fólk við skotvápnum lupu á fólk, ið vóru til konsert.

Síðani var eisini boðað frá spreingingum og eldi í bygninginum Crocus City Hall í Krasnogorsk nærindis Moskva.

/ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

 

Yulia Morozova/Reuters/Ritzau Scanpix