Ísland er ein dyst frá EM-endaspælinum

Ísland møtir Ukraina í avgerandi dystinum. Finnland tapti greitt fyri Wales

 

 

 

Tær seks hálvfinalurnar í Nations League í endaspælinum um at sleppa til EM-endaspælið í fótbólti vóru leiktar í kvøld.

 

Albert Guðmundsson gjørdist stóra hetjan hjá Íslandi í deild B í kvøld. Íslendingar vunnu stórsigur 4-1 á Ísrael, ið bæði fekk ein leikara útvístan og brendi brotsspark við støðuna 2-1.

 

Ísrael-Ísland 1-4 (1-2)

 

1-0 Eran Zahavi (31.)

 

1-1 Albert Guðmundsson (39.)

 

1-2 Arnór Ingvi Traustason (42.)

 

1-3 Albert Guðmundsson (83.)

 

1-4 Albert Guðmundsson (87.)

 

Ísland møtir komandi týskvøld klokkan 19.45 Ukraina í finaluni. Ukraina vann 2-1 á Bosnia Hersegovina. Ukraina skoraði bæði málini í teimum seinastu fimm minuttunum av vanligu leiktíðini.

 

Bosnia Hersogovina-Ukraina 1-2 (0-0)

 

1-0 Sjálvmál (56.)

 

1-1 Rom­an Yaremchuk (85.)

 

1-2 Artem Dov­byk (88.)

 

Í deild A vann Póland á heimavølli stórsigur 5-1 á Estlandi. Póland var á odda 1-0 í steðginum. Estland fekk ein leikara vístan av vøllinum áðrenn ein hálvur tími var leiktur av dystinum, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá Pólandi torførari. Przemyslaw Frankowski, Piotr Zielinski, Jakub Piotrowski og Sebastian Szymanski skoraðu fyri Póland. Fjórða málið hjá Pólandi var eitt sjálvmál. Martin Vetkal skoraði fyri Estland. 

 

Póland møtir í finaluni Wales á útivølli. Wales vann greiðan 4-1 sigur á Finnlandi. Wales var á odda 2-1 í steðginum, og walisar øktu til 3-1 tá bert tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Dysturin millum Wales og Póland verður leiktur týskvøldið klokkan 19.45. David Brooks, Neco Williams, Brennan Johnson og Dan James skutu málini hjá Wales. Teemu Pukki skoraði fyri Finnland.

 

Í finaluni í Deild C vera tað Georgia og Grikkaland, ið møtast komandi týsdag klokkan 17. Grikkaland vann á heimavølli stórsigur 5-0 á Kasakstan. Longu í steðginum var Grikkaland á odda 4-0. Anastasios Bakasetas, Dimitrios Pelkas, Fotis Ioannidis og Dimitrios Kourbelis skoraðu tey fyrstu fýra málini fyri Grikkaland. Tað fimta málið var sjálvmál. Grikkaland sum vann EM-gull í 2004 hevur ikki vunnið seg í eitt EM-endaspæl síðani 2008. 

 

Georgia vann á heimavølli 2-0 á Luksemborg, ið var í okkara Nations League bólki. Í steðginum var Georgia á odda 1-0. Luksemborg fekk tíðliga í seinna hálvleiki ein mann vístan av vøllinum. Budu Zivzivadze gjørdist stóra hetjan hjá Georgia við at skjóta bæði málini. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

l