Jobbe Pilgaard við Havnará

Enn einaferð eru vit glað og errin at lata veggir og høli til Jobbe Pilgaard og hansara list. 

 

Hóast Jobbe er dani, so er hann við tíðini vorðin hálvur havnamaður. Á framsýningini hesaferð vísir hann verk, ið hann hevur arbeitt við seinasta árið, umframt verk, ið hava verið ávegis í áravís. 

Jobbe er útbúgvin námsfrøðiligur heimspekingur, men hevur síðan 2019 burturav fingist við list. Hansara list er litfagrar vatnlitsmyndir, leikandi akryl málningar og dynamisk verk. 

Hetta er aðru ferð, at listamaðurin vitjar Gallarí Havnará, fernisering er fríggjadagin kl. 16.00

Øll eru vælkomin, heilsar Bogi Andreasen, frá Gallarí Havnará.

 

##med2##