Kaj Leo og liðfelagarnir halda fast í oddasessinum

Njarðvík vann á útivølli

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík eru framvegis fremst í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Kaj Leo var á vøllinum í 89 minuttir, tá Njarðvík á útivølli vann 3-2 á Gróttu. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki.

 

Grótta-Njarðvík 2-3 (0-0)

0-1 Kenneth Hogg ('51 )

1-1 Arnar Daníel Aðalsteinsson ('53 )

1-2 Dominik Radic ('55 )

1-3 Dominik Radic ('72 )

2-3 sjálvmál (´90 )

 

Njarðvík er fremst í deildini við 19 stigum fyri átta dystir. Næstfremst er Fjölnir við 17 stigum fyri sjey dystir.

 

Komandi mikukvøld klokkan 20.15 spælir Njarðvík dyst á útivølli móti Keflavík.