KÍ tryggjaði sær fyri lítlari løtu síðani sigur í stórsteypadystinum. Føroyameistararnir spældu ímóti steypavinnarunum NSÍ. Í fjør vann KÍ FM heitið sannførandi. Ársins síðsti dystur var steypafinalan, og tá vann NSÍ 2-1 eftir longda leiktíð.
Í dag takkaði KÍ fyri seinast við at vinna 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Hetta var fjórða árið á rað, at KÍ vann stórsteypadystin, og øll fýra árini hevur NSÍ verið mótstøðuliðið.
Í fjør skoraði Eyðvør Klakstein 20 mál í landskappingini og fýra mál í steypakappingini, og í stórsteypadystinum staðfesti hon 2-0 sigurin.
Eyðvør Klakstein varð eftir kappingarlok í fjør kosin at vera ársins spælari, og aftur í dag var hon væl uppløgd. Hon legði við skoti eitt sindur úr vinstru og í handara síðunetið KÍ á odda 1-0 í fimta minutti, og ein minutt undan hálvleikssteðginum skoraði hon sigursmálið, tá ið hon eitt sindur úr høgru og umvegis handara stólpa sendi bóltin í málið.
Ein hálvur tími var farin, tá ið NSÍ eftir innlegg úr vinstru javnaði til 1-1. Tað var Sjarlotta E. Joensen, sum út stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
Nú leygardagin 30. mars, páskaaftan, verður fyrsta umfar í landskappingini. Tá sær skráin soleiðis út:
NSÍ – Skála: Annika Eliasen Breiðaskarð
B36 – KÍ: Jógvan Vest kl. 14.45
HB – Víkingur: Andras Frederiksberg kl. 12.15
Mánadagin 1. apríl – 2. páskadag
TB/FCS/Royn – FC Hoyvík: Fríði Stenberg Olsen kl. 15.00
KÍ – NSÍ 2-1 (2-1)
Stórsteypadystur kvinnur
Á Tórsvølli sunnudagin 24. mars 2024 kl. 16.00
1-0: Eyðvør Klakstein 5.
1-1: Sjarlotta E. Joensen 31.
2-1: Eyðvør Klakstein 44.
Dómari: Leivur Zachariassen
KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Lóa Samuelsen, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Sanna Svarvadal, Margunn Lindholm (Eyðna Gaard, 33.), Eyðvør Klakstein – Malena Olsen, Tóra Mohr (Birita Mohr, 78.), Sólja Ernstsdóttir (Vár Johannesen, 26.)
Gult kort: Sanna Svarvadal
Venjari: Kristoffer Kvistgaard
NSÍ: Abigail Mensah – Rutt Gregersen, Mirjam Huneck, Natalia Dansdóttir Olsen, Jonnhild á Sondum – Lena Olsen, Sara Samson Lamhauge, Rúna Olsen, Evelyn Da Silva – Heidi Sevdal (Bjørk Nolsøe, 80.), Sjarlotta E. Joensen (Petra Jonhardsdóttir Geyti, 72.)
Venjari: Allan Dybczak
##red2##