Kollveltingarhirðin á lista yvir yvirgangsfelagsskapir

Kanada hevur sett iransku kollveltingarhirðuna á sín lista yvir yvirgangsfelagsskapir. Tað sigur kanadiski ráðharrin fyri almennari trygd, Dominic LeBloanc, á tíðindafundi í dag.

Kanadiski ráðharrin fyri almennari trygd, Dominic LeBloanc, heitir á kanadiarar um at fara úr Iran.

Kanadisku myndugleikarnir hava nú sett iransku kollveltingarhirðuna á sín lista yvir yvirgangsbólkar.

 

Samstundis heitir Kanada á sínar borgarar í Iran um at fara úr landinum.

 

- Stjórn okkara hevur gjørt av at lýsa kollveltingarhirðuna  sum yvirgangseind undir kanadisku revsilógini.

 

Tað sigur kanadiski ráðharrin fyri almennari trygd, Dominic LeBloanc, á tíðindafundi í Ottawa í dag.

 

Iranska kollveltingarhirðin stendur longu á lista hjá USA sum yvirgangsfelagsskapur.

 

Tað var í 1979, at kollveltingarhirðin varð skipað í Iran, og endamálið var at verja prestastýrið í landinum.

 

Iranska kollveltingarhirðin hevur eftirlitið við rakettskránni hjá Iran. Hon hevur egnan her, sjóverju, hernaðarflogfør og fregnartænastu.

 

- Kollveltingarhirðin hevur eisini eftirlit við illa gitna herliðnum, sonevndu Basij-militsuni í Iran, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

Kanadiski ráðharrin fyri almennari trygd, Dominic LeBloanc, heitir á kanadiarar um at fara úr Iran.