Kongshjúnini farin umborð á kongaskipið – koma til Føroya

Kongshjúnini eru umborð á kongaskipinum »Dannebrog« við kós móti Helsingør. Ferðin gongur eisini til Føroya og Grønland

 

Kongaskipið »Dannebrog« varð bygt í 1931 og verður brúkt sum privatur og almennur bústaður hjá kongsfamiljuni. - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix  

Fríðrikur kongur og Mary drotning eru farin umborð á kongaskipið »Dannebrog« og eru harvið farin undir summartúrin fyri fyrstu ferð sum kongshjún.

Kongshjúnini fóru til til kongaskipið úr Nordre Toldbod í Keypmannahavn í eini chalup, einum róðrarbáti.

Nú verður kósin sett ímóti Helgsingør Havn, haðani hjúnini skulu til Fredensborg Slot, har almenni bústaður teirra í summar verður.

Tá kongshjúnini komið til Nordre Toldbod, varð kongur spurdur, hvat hann gleddi seg mest til á ferðini.

– At sleppa til sjós, svaraði Fríðriku kongur sambært TV2.

 

##med2##

Tað er siður, at danski ríkisovastin á hvørjum ári fer á ferð í donskum farvatni um summarið.

Siðurin gongur aftur til tíðarskeiðið hjá Christiani X og Alexandrinu drotning, har tey sum fyrstu kongshjúinini gjørdu summartúrin til fastan part av summarætlanini.

Síðani førdi Fríðrikur IX og Ingrid drotning siðin víðari, eins og Margerta drotning og Heindrikur prinsur.

##med3##

Á summarferðini fara kongshjúnini at vitja bæði Svøríki, Noreg, Føroyum og í Grønlandi.Í Føroyum eru fyrireikingarnar farnir í gongd. Sum skilst fara kongshjúnini at vitja í Suðuroyar, á Tvøroyri, í Vági og í Hvalba, har tey m. a. skulu vitja í kolanáminum.

 

##med4##

 

Í Havn vóru fólk frá býráðnum og løgmansskrivstovuni í Vágsbotni í morgun og kannaðu umstøðurnar á trappuni í Vágsbotni.

Kongaskipið »Dannebrog« varð bygt í 1931 og brúkt sum privatur og almennur bústaður hjá kongsfamiljuni. Alexandrina drotning gav skipinum navnið.

Manningin á »Dannebrog« er sambært heimasíðuni hjá kongshúsinum níggju offiserar, sjey sersjantar, tveir konstablar og 38 herskyldug.

/ritzau/

 


 

 

Kongaskipið »Dannebrog« varð bygt í 1931 og verður brúkt sum privatur og almennur bústaður hjá kongsfamiljuni. - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix  

Kongshjúnini sigldu út til kongaskipið við eini sjalupp. - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Kongshjúnini komu til Nordre Toldbod í Keypmannahavn, haðani tey sigldu við kongaskipinum. - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix  

Umboð fyri Tórshavnar býráð og Løgmansskrivstovuna á trappuni í Vágsbotni í Havn í morgun. Tey leggja ferðina hjá kongshjúnum til rættis