Kvinnurnar syrgja fyri tyrlu og posti á Kirkju og Hattarvík

Fugloyggin er fáment í fólkatali, og tí kann vera neyðugt at samstarva um uppgávur av slíkum slag

Avgreiðslufólkið við tyrlupallin á Kirkju hevur í fleiri ár verið í húsunum hjá Amaliu í Frammistovu, og henda uppgáva er framvegis í húsunum.  

 

Tað er Amalia, sum eisini er borgarstjóri í Fugloyar kommunu, sum trúliga røkir hesa uppgávu, nú hetta fyri árum síðan gjørdist hennara lutur.

 

Vit kunnu av røttum siga, at tyrluavgreiðslan í Fugloynni er eitt konufólkaarbeiði burtur av, tí eisini á Kirkju er tað ein kvinna, sum er avgreiðslufólk, tá tyrlan kemur og fer.  

 

Á Kirkju er tað nevniliga Jóhanna Lydersen, sum røkir hesa uppgávu.

 

Postinum í Fugloynni stendur eisini ein kvinna fyri, og tað er Svanhild Christiansen á Kirkju.

 

Er tað soleiðis, at antin Amalia ella Jóhanna eru burturstaddar, tekur Svanhild gjarna um endan við tyrluni.  

 

Er Svanhild burturstødd ella ikki fær borið postin út vegna forfall, tekur onnur av hinum báðum sær av postinum.

 

 

 

Samstarv neyðugt

 

Fugloyggin er fáment í fólkatali, og tí kann vera neyðugt at samstarva um uppgávur av slíkum slag.

 

Samlaða fólkatalið, sum herfyri var skrásett at búgva í Fugloyar kommunu, er 42 – 29 á Kirkju og 13 í Hattarvík.

 

Tá Amalia verður spurd, hvussu gamal ella ungur yngsti borgari er, sum er skrásettur at búgva í Fugloyar kommunu, heldur hon, at tað er eitt av sjey ommubørnum hjá sær, sum er 15 ár og gongur í framhaldsskúla í Klaksvík.

 

 

 

Myrkt í øllum húsum

 

Í einari bygd sum Kirkju, hava tey flestu okkurt at takast við, og tey eru fá, sum ikki hava onkran heimaseyð.

 

- Eg havi seks hornaseyðir inni, og tá eg eri av oynni, sum er eri júst nú, tekur beiggi mín sær av seyðinum, sigur hon.

 

Spurd, hvussu eitt kvøld á Kirkju sær út, tekur hon brosandi til:

 

- Tú kanst fara út um um midnáttarleitið eitt vetrarkvøld, og tú sært ikki eitt ljós í nøkrum húsum í bygdini. Tá eru øll farin í song, sigur Amalia í Frammistovu brosandi.

 

 

 

...