Um 01.25-tíðina í nátt ringdu fólk úr Miðvági til løgregluna og kærdu sína neyð um, at tey fingu ikki sovið fyri larmandi prutlum.
- Vit fingu at vita, at prutlini larmaðu illa og koyrdu skjótt, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Løgreglan sigur, at tað hendir javnan, at fólk ringja og siga frá larmandi prutlum, tá farið er um songartíð og út á næturnar.
- Tað frægasta í slíkum føri er ofta at fáa fatur í teimum ungu, práta við tey og fáa tey at skilja, at fólk eiga náttarfrið, sigur vaktleiðarin.