Latið stuðul til verkætlanir við umhvørvi

Hvørt ár letur Tórshavnar kommuna 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið taka støði í umsorgan fyri náttúru og umhvørvi.

Í ár varð stuðul latin til tvær verkætlanir, sum á onkran hátt menna vitanina um umhvørvi og umhvørvisviðurskifti, sum virka dálkingarfyribyrgjandi, tilfeingissparandi og sum eru við til at verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg.

 

Á evniskvøldinum, sum var á Reinsarínum í gjár varð Umhvørvisstuðulin latin, umframt Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu og Grøna gávan frá Etika.

 

##med2##

 

Grøna virðislønin í ár verður latin Havnar Kajakkfelag fyri tey mongu (ára)tøkini tey hava tikið fyri náttúruna frammi við sjóvarmálan. Havnar Kajakkfelag stillar hvørt ár á ruddingardegnum mann- og kvinnusterk upp at rudda fjøru og sjógv, og tað er ikki óvanligt, at síggja onkran leypa í land eftir ruski, tá tey eru onkran kajakktúr. Um allan heim, hava kajakkfeløg átikið sær leiklutin sum uppruddari á vatni, og Havnar Kajakkfelag stendur onki aftanfyri her. Hesum kunnu vit onnur læra nógv av, og vit takka teimum fyri, at tey taka so stóra ábyrgd fyri at verja náttúruna hjá okkum øllum

 

##med3##

 

Vatn aftur í tjørnina í Gundadali, við Árna Helmsdal og Høgna Jensen.

 

Ein spennandi verkætlan ið snýr seg um at fáa endurskapt tjørnina í Gundadali - sum liggur ovast á Tinghúsvegnum.

 

Ætlanin er at skapa ein vakran blett, at fáa fuglalív aftur í økið og at vaksa um lívfrøðiliga margfeldi í býnum.

 

Latið verður kr. 230.000

 

##med4##

 

Bjørg og Lis:

 

Altjóða Vatnráðstevnan, við Jarðfeingi. Ein spennandi altjóða ráðstevna, sum Jarðfeingi fyriskipa saman við felagsskapinum IWRA, sum stendur fyri International Water Resources Association. Ráðstevnan verður 4. - 6. septembur í ár. Eitt av høvuðsendamálunum við hesi ráðstevnu er, at gera føroyingar meira tilvitaðar um vatn og ta ofta kostnaðarmiklu og orkukrevjandi viðgerð, ið vatn krevur frá keldu til vask.

 

Latið verður kr. 20.000.

 

##med5##

 

Jón Kragesteen grøna gávan: Grøna gávan frá Etika verður í ár latin Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag (FNU) fyri tað ótroyttiliga sjálvbodna arbeiðið, tey hava gjørt fyri føroysku náttúruna í yvir 40 ár. Avrikslistin hjá felagnum er langur, og er eitt prógv um, at tað loysir seg at siga frá. Tey hava megnað at steðgað ætlanum, sum høvdu havt neilig árin á náttúruøki, tey hava fingið bygdir um alt landið at rudda við at skipa fyri kappingini ”Føroya Reinasta bygd”, og tey hava skipað fyri ráðstevnum og alskyns átøkum. Tað seinasta av hesum var Jarðarinnar Vika, sum upplýsti og eggjaði fólki til at broyta vanar og vera meira tilvitaði um náttúruna og umhvørvið í dagligdegnum.

 

##med6##

 

##med7##