Leggja fyri við heimadysti móti Kosovo

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir tveir EM-undankappingardystir í november, og fýra EM-undankappingardystir vera leiktir komandi vár

Skráin fyri EM-undankappingardystirnar hjá manslandsliðnum móti Kosovo, Ukraina og Niðurlondum er løgd.

 

Lagt verður fyri við dysti á heimavølli móti Kosovo, ið ætlandi verður seinasti heimadysturin áðrenn farið verður niðan til stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík at leika heimadystir.

 

EM-undankappingin endar við einum heimadysti ímóti Ukraina, ið kann vísa seg at blíva ein sera avgerandi dystur.

 

Skráin er hendan:

 

6. november: FØROYAR-Kosovo (á Hálsi)

 

9. ella 10. november: Ukraina-Føroyar (væntandi í Týsklandi)

 

12. ella 13. mars: FØROYAR-Niðurlond (ætlandi við Tjarnir)

 

15. ella 16. mars: Niðurlond-FØROYAR

 

7. ella 8. mai: Kosovo-FØROYAR 

 

11. mai: FØROYAR-Ukraina (ætlandi við Tjarnir)