Liðið er sett: Seks broytingar á liðnum

Manslandsliðið: Håkan Ericson og Eli Hentze hava framt seks broytingar í byrjunaruppstillingini

Håkan Ericson og Eli Hentze hava framt seks broytingar í byrjunaruppstillingini undan dystinum í dag móti Lettlandi, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Estlandi fyri trimum døgum síðani, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tað verður meir ella minni eitt nýtt lið, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin ímóti Lettlandi klokkan fimm seinnapartin

 

Undan dystinum í dag, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum fyri trimum døgum síðani, hava venjarar gjørt seks broytingar.

 

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og í verjuni vera Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllin vera Pætur Petersen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Adrian Justinussen, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Klæmint Andrasson Olsen.

 

Á bonkinum sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Ragnar Samuelsen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.

 

Landsdysturin millum Lettland og Føroyar á Daugava stadion verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00, og kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Vit gita: (4-1-4-1)

 

Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Arnbjørn Svensson, Gullbrandur Øregaard, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen - Pætur Petersen, Hanus Sørensen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen - Klæmint A. Olsen