"Stong sendistovuna nú!" og "Fyri hind!" vóru orð, sum onkur hevði málað á løgtingshúsini næst síðstu nátt - ella tíðliga gjáramorgunin.
Tá fráboðanin kom um herverkið gjáramorgunin, fór løgreglan á staðið, tók myndir og gjørdi kanningar, men sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun er eingin skuldsettur, ei heldur handtikin í málinum enn.
- Vit vita ikki, hvør framdi herverkið, men vit arbeiða við málinum. Spurningurin er, hvørji vakmyndatól eru - og um nøkur eru - í økinum, sum vísa á løgtingshúsini, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan ásannar, at tað er rættiliga strangt við vakmyndatólum, og í flestu førum vísa tey bara eitt rættiliga avmarkað øki.
- Vóru løgtingshúsini ein stjórnarbygningur í øðrum landi, er lítið at ivast í, at her vóru vakmyndatól, sum vístu bygningin og umhvørvið kring bygningin, men soleiðis er ikki her hjá okkum, sigur vaktleiðarin.
Lesið eisini: Hind Rajab sum endaði á løgtingshúsunum
##med2##