Løkke vil blæsa nýtt lív í stjórnina eftir ES valið

ES-valið er ein lyftur fremstifingur til stjórnarflokkarnar, heldur Lars Løkke Rasmussen eftir valúrslitið

Formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, brúkar ES valið sum høvi at ávara um nýhugsan í SVM stjórnini. Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Stjórnarflokkarnir fingu ikki so gott val, sum teir høvdu vónað, og tað er ein lyftur fremstifingur frá veljarunum til stjórnina, sum má umhugsa at »endurlíva ætlanina«.

Tað segði Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, í røðu í valveitsluni hjá Moderatunum.

Moderatarnir fingu tað næstvánaligasta valið hjá øllum flokkum. Bara Alternativið – sum ikki fekk umboð valt í ES tingið, fekk eitt verri úrslit.

– Stjórnin er noydd at seta seg kollektiv tniður og hugsa um, hvussu vit kunnu endurnýggja politiska arbeiði okkara, hvussu vit kunnu halda okkum viðkomandi, sigur hann.

SVM-stjórnin hevur – umframt tað, sum sær til at vera eitt ónøktandi valúrslit fyri í øllum førum Vinstra og Javnaðarflokkin – mist nógv í landspolitiskum meiningakanningum.

Løkke heldur, at tað er at fara skeivur, um tú til ES valið heldur, at danskir veljara bara hava atkvøtt eitt hugsjónum fyri Evropa.

– Eg kenni meg rímuliga sannførdan um, at ein partur av dønum hava atkvøtt við hjartanum. Hvat føla fyri donskum politikki beint nú? sigur Lars Løkke Rasmussen, sum eisini heldur,a t veljararnir skulu síggja »stórleikan« í tí, sum SVM stjórnin roynir at gera.

Løkke heldur, at SVM stjórnin nú má skerpa hugin fyri broytingum.

– Vit eru jú eitt sindur naiv, um vit ikki taka valúrslitið og staðfesta, at stjórnin undir einum jú ikki hevur tað serliga gott. Tað haldi eg, vit eru noydd at taka í álvara. Tað gera vit í øllum førum í Moderatunum, sigur hann.

Í Javnaðarflokkinum, sum tó varðveitir sínar tríggjar sessir í ES tinginum, viðukennir høvuðsvalevnið Christel Schaldemose eisini, at úrslitið ikki sær út til at verða nøktandi.

Flokkurin gekk næstan seks prosentstig aftur.

– Eg hevði vónað og stríðst fyri, at fleiri høvdu atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum sjálvandi. Eg haldi faktiskt ikki, at úrslit okkara í kvøld er gott nokk, men vit varðveita tríggjar sessir, sigur hon.

Vinstri fær tveir sessir, sum er helvtin av tí, flokkurin fekk seinast.

/ritzau/

 

 

 

Formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, brúkar ES valið sum høvi at ávara um nýhugsan í SVM stjórnini. Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix