Mað(k)ur ger klárt til fyrstu heildarútgávu sína

Ein spíring

Mað(k)ur er listarliga navnið hjá tónleikara Sølva Næs Hoydal, sum í dag útgevur eitt staklag frá komandi frumheildarútgávu síni, ‘Endurspíring'. Við natúrliga, ráa og inniliga tónleikinum sum ambo, skapar Mað(k)ur sínar søgur.

 

Lurta eftir 'Eg eri urt'

 

Frá hjartabankandi ótta til dreymakenda friðsælu

Lagið, ‘Eg eri urt’, er um stúranina í ókendari støðu. Tá tú mást góðtaka at alt rundanum teg broytist, hóast tú ei megnar at skilja tað. Ein samstundis deilig og óhugnalig kensla. Mað(k)ur tekur lurtaran á eina ferð frá hjartabankandi ótta til dreymakenda friðsælu.

 

Heildarútgávan 'Endurspíring' verður útgivin umvegis plátufelagið Tutl.

 

##med2##