Magne og B36 eru í finaluni

Tveir av nýggju spælarunum skoraðu málini, tá ið árstalsfelagið við sigri ímóti TB syrgdi fyri, at í hvussu so er eitt felag í høvuðsstaðnum verður í steypafinaluni

Mikudagin í síðstu viku vandi nýggi venjarin fyrstu ferð saman við B36 spælarunum, og í kvøld hava Magne Hoseth og hansara menn vunnið seg í finaluna í kappingini um løgmanssteypið. Harvið er tað greitt, at í hvussu so er annað av finaluliðunum verður úr høvuðsstaðnum. Í løtuni spæla Víkingur og HB í Sarpugerði um hitt finaluplássið.

 

Úrslitið í Gundadali í kvøld var 3-0 heimasigur. Í Trongisvági vann TB 1-0, og tað vil siga, at B36 vann seg í finaluna við samantaldum 2-1 sigri.

 

Í fyrra hálvleiki var tað lítil munur á. B36 var meiri á bóltinum, men TB spældi seg í umstillingum til møguleikar. Silas Eyðsteinsson, sum í kvøld vardi B36 málið, stórbjargaði, tá ið Nikoei Johannesen royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum. og dygst undan at B36 legði seg á odda 1-0 og harvið samantalt javnaði til 1-1, hevði TB fínan málmøguleika at skora.

 

Tíggju minuttir undan steðginum skoraði B36 til 1-0. Málskjútti var Zean Peetz Dalügge eftir sending frá Jann J. Benjaminsen. Síðstu løtuna undan steðginum var B36 omaná, men TB – væl stuðlað av teimum mongu svørtu og hvítu í bygdaskýlinum – gav seg ikki, og tað sást, at TB liðið er betur fyri, enn tað oftast sæst, at lið í næstbestu deildini eru.

 

Tólv minuttir eftir steðgin økti Anton Søjberg um munin til 2-0. Jann J. Benjaminsen legði við frísparki úr vinstru bóltin innfyri málið, og Anton stakk seg upp fyri málinum og skoraði.

 

Breiddin á B36 liðnum gav seg til kennar við, at Magne Hoseth skifti fleiri nýggjar og skikkaðar menn inn, og tíggju minuttir undan leikloki økti B36 um munin til 3-0. TB spælararnir vóru ikki nøgdir við støðuna, tí teir hildu seg eiga fríspark á brotsteigarmarkinum frammanfyri B36 málið. Dómarin var ikki samdur við teimum, og í næsta álopi sneiddi eyðsýndi Marius Kryger Lindh seg leysan, áðrenn hann smekkaði til. Málverjin hálvbjargaði, men Marius Kryger Lindh var fyrstur á bóltinum og stýrdi við høvdinum bóltin í málið, og so var alt avgjørt.

 

B36 vann 3-0 og samantalt 3-1. Síðst B36 var í steypafinaluni var í 2021, tá ið árstalsfelagið í brotssparkskapping vann ímóti NSÍ.

 

Hjá TB er málið at vinna seg úr næstbestu og aftur í bestu deildina.