Marius Ziska fer á konsertferð

Næstu tíðina fer Marius Ziska at spæla sjey konsertir í Danmark, Týsklandi og Føroyum

Hóskvøldið 4. apríl hevur bólkurin Marius Ziska konsert á Posten í Odense. Hetta verður fyrsta av sjey konsertum, sum eru á skránni hjá bólkinum í apríl. Fýra av konsertunum verða í Danmark, ein verður í Týsklandi, og tvær verða í Havn.

 

Leygarkvøldið 6. apríl spælir Marius Ziska á Fermaten í Herning, síðani gongur leiðin til Fredericia at spæla í Tøjhuset, Keyphannahavn at spæla í Vega og til Flensborg at spæla í Flensborghus. Hesar konsertir verða dagarnar frá 10. til 12. apríl.

 

Eftir tað kemur bólkurin heim at hava tvær útseldar konsertir í Sjónleikarhúsinum í Havn vikuskiftið 19. og 20. apríl.