Mette F. er ikki komin fyri seg eftir álop

Danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen er ikki heilt komin fyri seg eftir at hon varð álopin fríggjadagin

 

Mette Frederiksen var ikki við í valveitsluni hjá Javnaðarflokkinum sunnukvøldið, tí hon var ikki komin fyri seg aftur eftir álopið fríggjadagin. (Arkivfoto). - Foto: Jeremias Gonzalez/Ritzau Scanpix

Tað sigur hon í samrøðu við DR.

– Eg eri ikki heilt komin til mín sjálvs aftur, eg røki starvið sum forsætisráðfrú, og tað fari eg altíð at gera. Tað havi eg eisini megnað at gjørt um vikuskiftið, men ikki á sama hátt, sum eg plagi.

Komandi tíðini fer Mette Frederiksen at umhugsa, hvør forsætisráðfrú, hon skal vera í størri mannamúgvum.

Hon fer at røkja starvið sum forsætisráðfrú, men fer at brúka meira tíð á skrivastovuni, enn hon plagar, sigur hon.

Metta Frederiksen varð fríggjadagin álopin á Kultorvet í Keypmannahavn av einum ávirkaðum manni, sum ein lækni hevur sagt vera í sálarligari ójavnvág.

Ein 39 ára gamal maður úr Póllandi er varðhaldsfongslaður. Hann noktar seg sekan.

/ritzau/

 

 

 

Mette Frederiksen var ikki við í valveitsluni hjá Javnaðarflokkinum sunnukvøldið, tí hon var ikki komin fyri seg aftur eftir álopið fríggjadagin. (Arkivfoto). - Foto: Jeremias Gonzalez/Ritzau Scanpix