Majbritt Poulsen verður nú fremst í Miðgarði

Seinastu 13 árini hevur hon verið varaleiðari í Miðgarði. Nú er hon sett sum leiðari og tekur við starvinum hin 1. august í ár.

 

Í samband við, at Mirjam Kjølbro takkaði fyri seg sum leiðari fyri Miðgarð eftir 18 ár í starvi sum leiðari - fyrst í útibarnagarðinum og síðan í barnagarðinum Miðgarði, hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara.

 

- Vit hava valt at seta Majbritt Poulsen sum nýggjan leiðara í Miðgarði. Majbritt er 54 ára gomul, búsitandi í Vatnsoyrum. Hon er útbúgvin á skrivstovu, sum námsfrøðingur, umframt akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi.

 

Tað siga tey í Vága kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at Majbritt hevur drúgvar royndir á dagstovnaøkinum. Síðan 1998 hevur hon starvast sum hjálparfólk, dagrøktari, námsfrøðingur, leiðari fyri dagrøktini í Miðvági, og seinastu 13 árini hevur hon verið varaleiðari í Miðgarði.

 

- Sum leiðari í Miðgarði kemur Majbritt at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu og fyri teimum verkætlanum, sum eru í gongd á stovnsøkinum fyri kommununa.

 

Í Vága kommunu siga, at nýggi leiðarin í Miðgarði eisini fer at hava tætt samband og samstarv við leiðsluna í Sóljugarði við tí endamáli at menna og framtíðartryggja tænastustøðið fyri barnagarðsøkið í kommununi í samsvar við Visjón 2032 fyri kommununa.

 

- Harumframt kemur nýggi leiðarin at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini ”Saman um barnið”, ið er ein verkætlan, har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

 

At enda verður lagt aftrat, at 122 børn ganga í Miðgarði. Her eru fýra vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, ein stova til tey seks ára gomlu og ein serstova.

Majbritt Poulsen tekur við starvinum sum leiðari í Miðgarði frá 1. august 2024.