Krevja ikki at Ungarn veitir Ukraina hernaðarhjálp

Viktor Orban verður sagdur at vera hin einast leiðarin í ES, sum framvegis hevur samband við stjórnina í Russlandi eftir russisku innrásina í Ukraina.

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sigur, at hann vil ikki seta seg upp ímóti, at verjusamgongan Nato stuðlar Ukraina í russiska álopskrígnum.

 

Í dag er Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í ungarnska høvuðsstaðnum, Budapest. Aðalskrivarin sigur, at Nato hevur ikki ætlanir um at brúka fólk ella fíggjarorku úr Ungarn í stuðlinum til Ukraina.

 

Viktor Orban hevur áður fingið harðar ákoyringar frá fleiri vestanlondum fyri ikki at vilja veita Ukraina vápnastuðul. Ungarnski forsætisráðharrin hevur heldur lagt upp til friðarsamráðingar millum ukrainskar og russiskar myndugleikar.

 

Viktor Orban verður sagdur at vera hin einast leiðarin í ES-londum, sum framvegis hevur samband við stjórnina í Russlandi eftir russisku innrásina í Ukraina í februar fyri tveimum árum síðan.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.