Niðurlond vunnu stórsigur á Íslandi í Rotterdam

Póland vann á Turkalandi á heimavølli

Tveir venjingardystir hjá EM-aktuelum liðum vóru leiktir í kvøld. 

 

Í Rotterdam vunnu Niðurlond stórsigur 4-0 á Íslandi. Niðurlendingar megnaðu sostatt tað sum onglendingar ikki megnaðu. Ongland tapti 0-1 fyri Íslandi á Wembley leikvøllinum farna fríggjakvøld. 

 

Hagtølini vístu átta niðurlendskar málroyndir innanfyri málrammurnar, meðan íslendingar bert høvdu eina málroynd innanfyri málrammurnar.

 

Niðurlendingar eru í innleiðandi EM-bólki saman við Pólandi, Fraklandi og Eysturríki. Komandi sunnudag klokkan 13 møtast Niðurlond og Póland. 

 

Niðurlond-Ísland 4-0 (1-0)

 

1-0 Xavi Simons ('22 )

2-0 Virgil van Dijk ('49 )

3-0 Donyell Malen ('79 )

4-0 Wout Weghorst ('90 )

 

Eitt av EM-mótstøðuliðunum hjá Niðurlondum, Póland vann 2-1 á Turkalandi á heimavølli. 

 

Póland-Turkaland 2-1 (1-0)

 

1-0 Karol Swiderski (12.)

 

1-1 Baris Yilmaz (77.)

 

2-1 Nicola Zalewski (90.)

 

Tað margháttliga var, at Karol Swiderski feiraði málið til 1-0 so ógvusliga, at hann kom til skaðis og mátti skiftast út. Og nú er vandi fyri, at Karol Swiderski ikki verður við til EM-endaspælið. 

 

Stóra stjørnan hjá Pólandi, Robert Lewandowski mátti eisini fara út við einum skaða. Tá vóru bert 30 minuttir leiktir av dystinum. Aftaná dystin frættist tó, at skaðin var ikki so álvarsligur sum tey í læknaliðnum hjá Pólandi høvdu óttast, og Lewandowski kann væntandi vera við til dystin móti Niðurlondum komandi sunnudag.

 

Turkaland er í EM-bólki saman við Georgia, Portugal og Kekkia. Týsdagin 18. juni spæla turkar fyrsta dystin í bólkaspælinum móti Georgia.