Norðurlendskur felagsskapur komin á yvirgangslista

USA hevur sett høgravíðgongdan felagsskap á yvirgangslista

Fredrik Vejdeland er ein av trimum svenskarum, sum eru komnir á yvirgangslistan hjá USA (Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix)

Felagsskapurin Den Nordiske Modstandsbevægelse kann vera ein hóttan ímóti USA, og tí er høgravíðgongdi felagsskapurin nú komin á sonevnda yvirgangslistan hjá amerikansku stjórnini. Eisini eru tríggir leiðarar í felagsskapinum komnir á listan.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at Den Nordiske Modstandsbevægelse virkar fyri, at Norðurlond skulu vera rasurein, og hesin víðgongdi politiski hugburður kann hava við sær harðskap.

 

Den Nordiske Modstandsbevægelse er norðurlendskt meginfelag, sum hevur deildir í Noregi, Svøríki, Danmark og Finlandi. Felagsskapurin vil hava, at tilflytingin av fólki, sum ikki eru av norðureuropeiskari ætt, verður steðgað, og at fólk við fremmandum uppruna verða koyrd úr teimum norðurlendsku londunum. Felagsskapurin sigur seg eisini stríðast fyri at taka valdið frá tí "globalu zionistisku elituni, sum hevur hertikið stóran part av heiminum fíggjarliga og hernaðarliga."

 

Sambært donsku fregnartænastuni PET er talan um lítlan felagsskap, sum í øllum norðurlondum hevur umleið 1500 limir. Felagsskapurin er størstur í Svøríki. Mett verður, at í Danmark eru umleið 200 fólk limir í felagsskapinum.

 

Teir tríggir persónarnir, sum eru settir á amerikanska yvirgangslistan, eru allir svenskarar.

 

Fredrik Vejdeland er ein av trimum svenskarum, sum eru komnir á yvirgangslistan hjá USA (Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix)