NSÍ ætlar at taka KÍ kvinnurnar

Mikukvøldið varð KÍ varpað úr steypakappingini av NSÍ, sum seinnapartin hevur møguleika at taka inn á fleirifalda meistaraliðið í landskappingardysti

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Um vikuskiftið er níggjunda umfar í landskappingini hjá kvinnum á skrá.

 

Higartil í ár hevur tað ofta verið talan um stórar sigrar, og soleiðis kann tað væl fara at vera í morgin, tá ið Víkingur, HB og B36 eiga heimadystir ímóti teimum trimum, ið eru niðast á støðutalvuni.

 

Seinnapartin í dag verður heilt spennandi landskappingardystur við Løkina í Runavík. NSÍ, sum hevur 17 stig, fær vitjan av oddaliðnum KÍ. Fleirfalda meistaraliðið úr Klaksvík er topplið við 22 stigum.

 

Mikudagin vóru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini, og tá vann NSÍ á heimavølli 3-1 ímóti KÍ. NSÍ var frammanfyri 2-0 í fyrra hálvleiki.

 

Í fjør vann NSÍ eftir longda leiktíð steypafinaluna 2-1 ímóti KÍ. Í landskappingini hava liðini dystast einaferð fyrr í ár. Tað var 17. apríl, tá ið KÍ í øðrum umfari og á heimavølli vann 4-1.

 

 

 

Í dag

 

NSÍ – KÍ: Andras Frederiksberg kl. 16.00

 

Í morgin

 

Víkingur – FC Hoyvík: Gunnar Christiansen kl. 15.00

 

HB – Skála: Nicusor Cristian Matica kl. 12.15

 

B36 – TB/FCS/Royn: Bogi J. Petersen kl. 15.00

 

 

 

871054322
Víkingur862043220
NSÍ852151817
HB841330913
B36830521219
TB/FCS/Royn82067476
FC Hoyvík81163644
Skála 80173581

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo