Nú eru bert fýra lond Føroyar ikki hava tapt fyri í landsdysti

Fyri tveimum árum høvdu vit ikki tapt fyri Luksemborg, Moldova og Lettlandi. Tað er nú broytt

Við 0-1 tapinum fyri Lettlandi í Baltic Cup misti føroyska landsliðið støðuna sum ósigraðir móti Lettlandi.

 

Undan dystinum í kvøld høvdu vit ein sigur og fýra javnleikir móti Lettlandi.

 

Tá vit spældu móti Moldova í EM-undankappingardysti á Tórsvølli 10. september í fjør voru vit ósigraðir móti Moldova við einum sigri og tveimum javnleikum. Moldova vann dystin 1-0, og vit mistu støðuna sum ósigraðir móti Moldova.

 

Undan Nations League dystinum móti Luksemborg á Tórsvølli 7. juni í 2022 høvdu vit triggjar sigrar móti Luksemborg. Vit taptu dystin 0-1, og vit mistu støðuna sum ósigraðir móti Luksemborg.

 

Nú eru bara fýra lond - landslið - sum Føroyar hava spælt landsdyst ímóti, ið vit ikki hava tapt ímóti.

 

Føroyar hava átta sigrar í átta dystum Liktinstein. Føroyar hava tveir sigrar í tveimum dystum móti San Marino. Tað eru einastu landsliðini vit hava eina fulla úrtøku ímóti.

 

Føroyar hava tríggjar sigrar og tveir javnleikir móti Andorra, og tveir sigrar og ein javnleik móti Gibraltar.

 

Tó vann Gibraltar - áðrenn teir fingu altjóða viðurkenning í UEFA og FIFA - 3-0 á Føroyum í 2011, men tann dysturin er ikki altjóða skrásettur, so offisielt eru Føroyar ósigraðar móti Gibraltar.

 

(Kelda: Faroesoccer)