Nú hevur Víkingur vunnið 21 sigrar á rað

Hóast EB/Streymur hevði hug at bjóða av, so vísti breiddin og tyngdin hjá FM favorittunum seg at vera ov stór

Í kvøld við Margáir var Finnur Justinussen málskjútti fyri sættu ferð í ár, tá ið Víkingur vann 3-1 ímóti EB/Streymi. Hetta var 21. sigurin á rað í landskappingini hjá Víkingi

Tað var, sum tað plagar at vera, tá ið EB/Streymur í kvøld hevði vitjan av toppliðnum Víkingi. Undan ferðini vestur til Margáir hevði Víkingur vunnið 20 landskappingardystir á rað, og nú síðsta bríksl hevur verið, er staðfestingin, at Víkingur hevur vunnið 21 landskappingardystir á rað.

 

Víkingur er á veg eystur aftur í Eysturkommunu við 3-1 sigri, og nú eru eysturbúgvar tveir sigrar frá at leggja seg undir liðina á HB og KÍ, sum hava megnað 23 sigrar í landskappingini á rað. Tað hevur eingin annar megnað.

 

Uppaftur týdningarmiklari er tað, at Víkingur hevur kós ímóti FM heitinum. Í síðsta dystinum í fyrsta triðingi av kappingarárinum fer Víkingur annan sunnudag til Klaksvíkar at hitta trífalda meistaraliðið hjá klaksvíkingum.

 

EB/Streymur var væl skipað í verjupartinum, og fyrstu løtuna spruttaði heimaliðið í álopspartinum. Meðan tað framvegis var málleyst gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, men tá ið ein lítil hálvur tími var farin, fekk Víkingur hol á, og so vóru tað gestirnir, sum vóru omaná.

 

Leiðslumálið skoraði Finnur Justinussen, sum nú hevur skorað seks mál í átta dystum.

 

Uppleggið átti Poul Kallsberg, og tað var eisini eyðsýndi Poul Kallsberg, sum átti uppleggið, tá ið ein stórur tími var farin, og Árni Nóa Atlason økti til 2-0. Hetta var annað málið hjá Árna í bestu deildini. Hann skoraði eisini, tá ið Víkingur á heimavølli vann 4-0 ímóti B36.

 

Víkingur var spælstýrandi, og víkingarnir høvdu flestu royndirnar ímóti málinum, og onkra ferðina stórbjargaði Jóannes Davidsen í málinum hjá EB/Streymi.

 

Fimm minuttir undan leikloki kveiktist spenningurin av nýggjum. Eftir horna og aftur og fram var tað EB/Streyma miðverjin og liðformaðruin Andras Ó. Olsen, sum við høvdinum sendi bóltin dygst inn við samankomingini. Uppleggið átti Tóki H. Johannesen, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi.

 

So var spennandi. EB/Streymur spenti álopsbogan í vón um, at tað fór at eydnast at skora og harvið at vinna eitt stig, men bogin brast. Heldur var tað Víkingur, sum økti um leiðsluna til 3-1. Tað var innskifti Martin Klein Joensen sum, tá ið klokkan var farin ein minutt út um vanligu leiktíðina, setti bóltin í málið og staðfesti 3-1 sigurin. Uppleggið átti Jákup Johansen.

 

Í kvøld við Margáir var Finnur Justinussen málskjútti fyri sættu ferð í ár, tá ið Víkingur vann 3-1 ímóti EB/Streymi. Hetta var 21. sigurin á rað í landskappingini hjá Víkingi