Nýggjur áleypari til EB/Streym

Betri deildin menn: EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við Esteban Alejandro Mosquera Hurtado

Esteban Alejandro Mosquera Hurtado er nýggjur áleypari í Sundalagnum. Hann er 21 ára gamal og úr Kolumbia. Hann er annar kolumbianarin í kappingini í ár. Hin er Jhon Mena hjá ÍF.

 

Tað kann tykjast tilvildarligt, at Esteban Alejandro Mosquera Hurtado av øllum feløgunum í verðini endar í EB/Streymi. Men hann var við á venjingarleguni hjá EB/Streymi í Málaga í Spania fyrr í ár. Tí veit leiðslan í EB/Streymi hvør Esteban Alejandro Mosquera Hurtado er og hvat hann dugur.

 

Hóast fleiri góð liðavrik, so er EB/Streymur ájavnt B68 á niðurflytingarstrikuni. Skaðar eru farnir at gera um seg og Rógvi Egilstoft verður helst lítið við restina av árinum. Tí hevur felagið eisini gjørt sáttmála við Ólav Niclassen, ið hevur verið skaddur seinastu árini.